Høvuðsreingerð



Ein høvuðsreingerð er meira enn bert ein vanlig reingerð.
Hon gevur heiminum eina veruliga endurnýggjan og tryggjar, at tey gloymdu økini vera reingjørd gjølla.
Hetta merkist á inniumhvørvinum og gevur eina kenslu av vælveru at koma heim til.

Hjá Reingerð.fo bjóða vit serkøna høvuðsreingerð til bæði privatheim og íbúðir. Vit arbeiða álítandi og virðiliga, og okkara mál er altíð, at tit skulu kenna tykkum trygg við at lata okkum reingerðingina.

Gerandisdagurin kann vera strævin. Arbeiði, børn, frítíðarítriv og onnur gerandislig viðurskifti gera, at tað ofta er torført at finna tíð til eina stóra reingerð. Vit koma, meðan tit eru til arbeiðis, á ferð ella í frítíð. Tað merkir, at tit sleppa undan arbeiðinum sjálvi og kunnu í staðin gleða tykkum til at koma heim til eitt reint, frískt og lekkurt heim. (vit reingerða har tað er atkomuligt)

Hvat umfatar ein høvuðsreingerð?
Ein høvuðsreingerð verður altíð tillagað eftir tørvinum hjá tí einstaka kundanum, men fevnir í høvuðsheitum um:
* Grundiga reingerð av køki og baðirúmum
* Støvsúgving av øllum gólvum og teppum
* Vasking av øllum gólvum
* Dusting og reingerð av hillum, borðum og øðrum yvirflatum
* Reingerð av hurðum, hurðakørmum og listum
* Reingerð av vindeygum og kørmum innandura
* Reingerð av kontaktum og øðrum flatum, sum verða nógv nýttar
* Grundiga gjøgnumgongd av teimum rúmunum, tit ynskja serligt fokus á

Ein høvuðsreingerð er eisini vælegnað til :
* Áðrenn ella eftir flyting
* Eftir veitslur ella onnur tiltøk
* Við árstíðarskifti
* Áðrenn gestir koma

Mong velja eina høvuðsreingerð nakrar ferðir um árið fyri at halda heimið í bestu standi.

Hví velja Reingerð.fo?
Við at velja Reingerð.fo, fáa tit eina tænastu, har dentur verður lagdur á góðsku, álítandi arbeiði og nøgdsemi hjá kundanum. Vit arbeiða við stórum nærlagni og leggja dent á bæði smálutir og heildina.

Okkara endamál er ikki bara at gera reint – men at skapa eitt heim, har tit trívast.
Droyma tit um at sleppa undan stóru reingerðini og í staðin koma heim til eitt skínandi reint heim?

Set tykkum í samband við Reingerð.fo í dag og fá eitt óbindandi tilboð. Vit hjálpa fegin við at finna røttu loysnina, so tit fáa eitt heim, sum kennist reint, frískt og innbjóðandi – har tit nærum ikki skula lyfta ein fingur

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *