Reingerð • Vinna • Góðska

Tá ið ein bygningur er liðugur, er tað nógv meira enn bert betong, stál og glas komið upp at standa. Aftanfyri hvørt hølið, hvønn vegg, hvørja hurð og hvørt vindeyga liggja fleiri mánaðir av æltanum og samstarvið. Tá handverkararnir eru lidnir, og seinastu arbeiðsuppgávurnar eru avgreiddar, byrjar eitt nýtt tíðarskeið. Her skal bygningurin gerast klárur til teirra, ið fara til verka og skula trívast her dagliga, tí ein byggireingerðing er ikki bara ein vanlig reingerðaruppgáva.

Í bygningunum arbeiða vit nágreiniliga á øllum økjum, frá stóru og ljósu skrivstovuhølum, fundarhølum, felagsøkjum og onnur arbeiðsøkir. Tað er nakað serligt at síggja ein nýggjan bygning gerast livandi. Tá sólstrálurnar skína gjøgnum rein vindeygu, tá gólvini eru blonk og tá rúmini standa klár at taka ímóti sínum fyrstu starvsfólkum, tá vita vit, at okkara arbeiðið hevur gjørt mun. Tað eru júst hesi løturnar, sum eru tær gevandi.

Á Reingerd.fo leggja vit stóran dent á dygd, álítandi tænastu og gott avrik. Vit vita, at okkara arbeiði er ein týðandi partur av heildarúrslitinum. Tí arbeiða vit altíð miðvíst fyri at tryggja, at kundin fær eitt úrslit, sum livir upp til væntanirnar og ofta meira enn tað.

Vit eru errin av, at hava verið við í hesi verkætlanini og vilja samstundis takka fyri álitið, ið er víst okkum. Gott samstarv og felags virðing eru altíð grundarlagið undir einum góðum úrsliti, og tað hava vit upplivað her.

Reint frá byrjan. Vit eru við frá byrjan.

Vit fegnast um at hava staðið fyri tí fyrstu reingerðingini í hesum vakra nýggja bygninginum og ynskja øllum teimum, sum fara at hava sína dagligu gongd her, bestu eydnu framyvir.

Reingerð • Vinna • Góðska

🌿 www.reingerd.fo
📍 Títt álit til reingerð í Føroyum!

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *